Atkvøða um barsilsuppskotið 9. februar

Atkvøða um barsilsuppskotið 9. februar
Enn er ógreitt, hvørja lagnu uppskotið fær, hóast Johan Dahl er farin í part við andstøðuni í hesum málinum
Andstøðutinglimir eiga uppskotið um at javnseta samkynd við hinskynd í barsilsskipanini, men tað er ógreitt, hvørja lagnu uppskotið fær, hóast Johan Dahl, samgongutingmaður, tekur undir við tí
 
27.01.2021 - 14:58

Nú er greitt, at løgtingið fer at atkvøða um uppskotið um at javnseta samkynd við hinskynd í barsilsskipanini týsdagin 9. februar.

Tá kemur málið til aðru viðgerð.

Átta tingfólk í andstøðuni hava lagt uppskotið fram. Tey eru Ingilín Didriksen Strøm, Djóni Nolsøe Joensen, Jóhannis Joensen, Bjørt Samuelsen, Beinta Løwe, Hervør Pálsdóttir, Bjarni Kárason Petersen og Ruth Vang.

Málið hevur verið í vinnunevndini, og í álitinum frá nevndini er Johan Dahl, samgongutingmaður, farin í part við andstøðuni.

Samgongan ikki klár

Tað hevur ljóðað, at samgongan arbeiðir við einum uppskoti um at broyta barsilsskipanina. Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði við útvarpið á middegi, at hetta uppskotið verður ikki lagt fram, áðrenn uppskotið frá andstøðuni kemur til atkvøðugreiðslu.

Og nú er greitt, at uppskotið frá andstøðuni kemur til aðru viðgerð á tingfundinum týsdagin 9. februar. Tá verður eisini atkvøtt um málið. 

Í løtuni er óvist, hvørja lagnu uppskotið fær, hóast Johan Dahl tekur undir við tí.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791