Hondbóltur, fótbóltur ella judo fær fyrimyndina

Hondbóltur, fótbóltur ella judo fær fyrimyndina
Gurið K. Augustinussen, Per Mikkelsen og Malvinus í Gong eru tilnevnd til heiðurin sum ársins ítróttafyrimynd, sum verður latin á ítróttafagnaðinum
Ítróttafagnaðurin verður 13. februar og verður sendur beinleiðis í KVF
Mynd: ÍSF  
 
25.01.2021 - 08:56

Gurið K. Augustinussen úr VB, Per Mikkelsen úr Skála ítróttarfelag og Malvinus í Gong úr Klaksvíkar Judofelag eru tilnevnd til heiðurin sum ársins ítróttafyrimynd, sum skal latast á ítróttafagnaðinum hjá Ítróttarsambandi Føroya 13. februar.

Hesin heiðurin verður latin íðkara, venjara, liðleiðara, nevnarlimi ella øðrum, ið tekur ítróttin í álvara, og sum er fyrimynd hjá hinum við einum jaligum hugburði bæði til venjing og kapping, skrivar ÍSF.

Tríggjar eldsálir

Gurið Krosslá Augustinussen er ein av berandi kreftunum í VB. Hon hevur spælt í bestu deildini í 22 ár, og hon er eisini venjari og dómari. Guðrið Krosslá Augustinussen skipar eitt nú fyri hondbóltsskúlanum, ið er árligt afturvendandi tiltak, og hon stóð fyri kappingini, Faroe Islands Handball Cup, sum var hildin á fyrsta sinni í 2020.

Per Mikkelsen hevur í nógv ár ofrað tíð, orku og ídni upp á ungdómsfótbóltin á Skála, har hann venur fleiri lið sum part av sjálvbodna arbeiðinum. Venjingarnar eru væl skipaðar, og hann leggur alla sína mentalu orku í børnini og tey ungu. Per Mikkelsen er eisini nevndarlimur í Skála Ítróttafelag.

Malvinus í Gong hevur av sínum eintingum endurreist Klaksvíkar Judofelag, sum hevði ligið stilt í nógv ár. Klaksvíkar Judofelag er nú eitt livandi felag við nógvum íðkarum, og felagið skapar gleði hjá nógvum børnum í Klaksvík. Malvinus í Gong eigur einsamallur æruna av endurreisnini av Klaksvíkar Judofelag.

Beinleiðis í sjónvarpinum

Mentanarhúsið í Fuglafirði verður karmur um Ítróttafagnaðin 2020, sum verður sendur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 13. Februar kl. 19.30

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Kamarkórið 40 ár
190994
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946