Navalnyj heim til handtøku

Navalnyj heim til handtøku
Tá flogfarið við russiska andstøðinginum, Aleksej Navalnyj, setir seg í floghavnini í Moskva í dag, verður Navalnyj væntandi handtikin
Navalnyj varð eitraður í Russlandi í august í fjør.
 
17.01.2021 - 15:50

Tá flogfarið við russiska andstøðinginum, Aleksej Navalnyj, setir seg í floghavnini í Moskva í dag, verður Navalnyj væntandi handtikin. Tað siga politiskir eygleiðarar í Kreml.

44 ára gamli Navalnyj varð eitraður við Novichok, tá hann ferðaðist í Russlandi í august í fjør. Navalnyj varð í skundi flogin til Berlin í Týsklandi, har hann kom undir læknahond.

Kreml í tvístøðu

Alt bendir á, at russiska fregnartænastan skipaði fyri, at Navalnyj varð eitraður, men tað hava myndugleikarnir í Kreml víst aftur.

Fongsulsmyndugleikarnir í Russlandi hava sagt, at teir halda seg hava skyldu at handtaka Navalnyj, tá hann kemur aftur til Russlands, tí hann hevur ikki hildið treytirnar í einum dómi, sum hann hevur fingið.

Eygleiðarar siga, at Kreml kemur í eina tvístøðu, nú Navalnyj kemur heimaftur til Russlands. Sleppur Navalnyj undan revsing, kann tað tykjast, sum Vladimir Putin, forseti, er veikur.

Umdømið hjá Putin kann versna

Verður Aleksej Navalnyj dømdur langa fongsulsrevsing, versnar umdømið hjá Putin úti í heimi, sigur politiski greinarin, Tatjana Stanovaja.

Hetta er sum eitt tvíeggjað svørð, men ein avgerð má takast, sigur hon.

Ein annar eygleiðari, Anton Orekh, sigur, at russisku myndugleikarnir vildu ikki hava Navalny heimaftur. Nú er fjáltur komin á teir, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962