Biden stórar ætlanir

Biden stórar ætlanir
Beint eftir at Joe Biden mikudagin er tikin í eið sum nýggjur forseti í USA, fer hann at seta umfatandi tiltøk í verk
Joe Biden tekur við sum forseti mikudagin
 
17.01.2021 - 15:22

Nýggi forsetin fer m.a. at seta innferðarforboðið, sum serliga hevur verið galdandi fyri muslimsk lond, úr gildi, og USA skal aftur gerast partur av veðurlagsavtaluni, sum varð samtykt í París.

Donald Trump tók USA úr París-avtaluni. Joe Biden fer at biðja Kongressina um ein risastóran hjálparpakka til at stimbra amerikanska búskapin í kjalarvørrinum av koronukreppuni.

Ætlanin er eisini at koppseta 100 milliónir amerikanarar fyri koronu teir fyrstu 100 dagarnar, Biden er í Hvítu húsunum. 

Fyrsta arbeiðsdagin sum forseti, fer Joe Biden at seta eina nýggja lóg í gildi, sum ruddar slóð fyri, at 11 milliónir fólk, sum í løtuni eru ólógliga í USA, fáa amerikanskan ríkisborgararætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962