- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vóna at fáa svørtu kassarnar upp í dag
Vóna at fáa svørtu kassarnar upp í dag
Kavarar gera í dag eina roynd at fáa upp ferðaskrivaran og taluskrásetaran í flogfarinum, sum leygardagin datt í havið út fyri indonesisku strondina

Fólk frá indonesisku sjóverjuni bjarga vraklutir í økinum, her eitt Boeing 737-flogfar datt niður leygardagin
Mynd: AP
11.01.2021 - 07:57
Í gjár varð svarti kassin funnin í parti av flogvrakinum, sum var funnið á sjónum. Bjargingarfólk funnu eisini lík og ognarlutir hjá teimum 62 ferðafólkunum, sum vóru við flogfarinum.
Í dag fara kavarar hjá indonesiku sjóverjuni at royna at taka upp ferðaskrivaran, um veðrið verður tilvildar, skrivar tíðindastovan Reuters.
Ringt verður var í økinum, tá flogfarið datt niður, men orsøkin til vanlukkuna er ikki staðfest. Flogfarið hevði kós ímóti oynni Borneo.
Vónin er, at svarti kassin hevur upplýsingar um, hví Boeing 737-flogfarið frá indonesiska Sriwijaya Air datt niður bert fáar minuttir eftir at tað fór úr Jakarta.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV