- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA: 25 fólk skuldsett fyri yvirgang

Viðhaldsfólkini hjá Trump-forseta, sum lupu á kongressina í Washington, hava kjakast á opnum neti um, hvussu tey skulu bera seg at undir álopinum.
Tey hava samskift á Twitter og á øðrum pallum í fleiri vikur undan hendingini, skrivar The Washington Post. Á netpallum hjá ytsta høgravonginum er álopið umrøtt heilt niður í smálutir.
Millum annað varð kjakast um, hvussu tey skulu sleppa inn í bygningin, og at tey skuldu "stripsa" hendurnar saman hjá fleiri kongresslimum, skrivar blaðið.
FBI og løgreglan ávaraðu um álopið
Fleiri ráð eru eisini um, hvat tey áttu at havt við sær undir álopinum. Blaðið skrivar, at talan er ikki um netpallar, sum hoyra til sonevnda "dark web." Upplýsingarnar, sum nú eru komnar undan kavi, hava ligið frammi alla tíðina.
Eisini FBI og løgreglan í New York skulu hava ávarað um harðar samabrestir undan fundinum í Kongressini 6. januar, skrivar NBC.
FBI skal millum annað hava sett seg í samband við 12 víðgongd fólk og heitt á tey um ikki at fara til Washington, skrivar NBC.
