- Tíðindi, mentan og ítróttur
Merkel finst at Twitter fyri at útihýsa Trump
Angela Merkel, týski samveldiskanslarin, leggur nú eftir Twitter fyri tveita Donald Trump, forseta, av sosiala miðlinum.
Hon heldur avgerðina hjá Twitter vera ivasama, og sigur tað vera eitt brot á grundleggjandi rættin til talufrælsi, skrivar Financial Times.
Twitter tveitti Trump av sínum palli í síðstu viku, eftir at ófriðarkroppar trokaðu seg inn í bygningin hjá kongressini á Capitol Hill mikudagin. Twitter segði, at Trump hevði í fleiri førum brotið brúkaratreytirnar við at eggja til harskap.
Stjórnin eigur ábyrgdina
Men Angela Merkel sigur nú, at amerikanska stjórnin sjálv átti at tikið ábyrgd fyri haturstalu, eins og tey gera í Týsklandi. Talsmaðurin hjá Merkel, Steffen Seiert, sigur, at talufrælsi eigur bara at verða skert við heimild í lóg. Tað er ikki ein avgerð hjá leiðsluni hjá sosialu miðlunum
Eisini russiski andstøðingurin, Alexei Navalny, hartar Twitter fyri at hava bannað Trump.
Hann sigur tað vera ein avgerð, sum ikki kann góðtakast, og at russiska stjórnin fer at banna seg á sosialu miðlunum, við at vísa til avgerðina hjá Twitter um at steingja kontuna hjá Trump.
- Avgerðin hjá Twitter er tikin av fólki, sum vit ikki kenna, og eftir leiðbeiningum, vit heldur ikki kenna. Hetta verður nýtt sum fordømi í restini av heiminum til at køva talufrælsi, segði Navalny í dag.