- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kim eisini aðalskrivari

Norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un, er nú aðalskrivari í kommunistaflokkinum, sum hann frammanundan er formaður fyri.
Tað skriva norðurkoreiskir miðlar.
Hann var tilnevndur á floksfundinum, sum er um dagarnar.
Heitið sum aðalskrivari hava pápi og abbi hansara eisini havt.
Sagt verður, at tilnevningin er ein roynd at styrkja myndugleikan hjá Kim Jong-un, nú landið hevur fingið stórar búskaparligar avbjóðingar.
Í fráboðan stendur, at tað hevur eydnast Kim Jong-un á framúrskarandi hátt í søguligu verkætlanini at fullføra kjarnorkuuppbyggingina í landinum, skrivar almenna norðurkoreiska tíðindastovan, KCNA.
Á floksfundinum í 2016 varð Kim Jong-un tilnevndur floksformaður.
