Danmark: Stríðið ímóti koronu verður drúgt

bannari
Danmark: Stríðið ímóti koronu verður drúgt
Danir skulu brynja seg við toli í drúgva stríðnum at basa koronasmittuni, sigur forsætisráðharrin
 
11.01.2021 - 06:27

Tað sigur forsætisráðharrin, sum í samrøðu við TV2 í gjárkvøldið gjørdi greitt, at koronuátøkini, sum nú eru í gildi, neyvan fara úr gildi 17. januar sum ætlað.

Tað er neyvan sannlíkt, at vit seta úr gildi aftur herdu átøkini so skjótt, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri, í samrøðuni við TV2.

5. januar herdi stjórnin í Danmark tiltøkini. Eitt nú mugu í mesta lagi fimm fólk savnast, og fólk skulu halda tveir metrar frástøðu. 

Hetta var gjørt í eini roynd at basa herviliga, bretska variantinum av koronu, ið smittar sera illa. Í samrøðuni visti Mette Frederiksen ikki at svara, hvussu leingi herdu tiltøkini so verða í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962