- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pence fær 24 tímar freist

Demokratarnir hava givið amerikanska varaforsetanum, Mike Pence, 24 tímar til at svara, um hann fer at kalla stjórnina saman fyri at seta í verk 25. grundlógarískoytið og fer at boða frá, at forsetin ikki er førur fyri at røkja sína uppgávu, og at varaforsetin tí verður virkandi forseti.
Tað skrivar Nancy Pelosi, forkvinna í Umboðsmannatinginum í gjárkvøldið. Atkvøðugreiðsla verður helst um uppskotið, er Trump ikki førur fyri at røkja embætið, skrivar Pelosi.
Mangla átta undirskriftir
Í USA hava 210 limir í Umboðsmannatinginum nú skrivað undir uppskot um at byrja ríkisrættarmál móti fráfarandi forsetanum, Donald Trump. Tað boðaði Ted Liud, sum er limur í Umboðsmannatinginum, frá stutt fyri midnátt í gjárkvøldið.
Fyri at fáa undirtøku fyri uppskotinum, skulu 218 av teimum tilsamans 435 limunum í Umboðsmannatinginum skriva undir. Eitt slíkt uppskot skal tó eisini góðkennast í Senatinum.
Tað er leikluturin hjá Donald Trump í samband við ógvusligu mótmælini í Washington 6. januar, tá hansara viðhaldsfólk troðkaðu seg inn í Kongressina, sum hevur fingið demokratarnar til at fyrireika eitt ríkisrættarmál móti honum.
