Løgreglumaður deyður eftir samanbrestir

Løgreglumaður deyður eftir samanbrestir
Ein løgreglumaður, sum var til arbeiðis í Capitol-bygninginum í Washington DC mikudagin, tá mótmælisfólk komu inn í bygningin, er deyður
 
08.01.2021 - 07:03

Tað boðar løgreglan sjálv frá. Brian D. Sicknick varð skaddur, tá hann brast saman við mótmælisfólk í Capitol-bygninginum mikudagin.

Hann fór inn á skrivstovuna hjá løgregluni í húsinum, har hann small saman. Hann varð fluttur á sjúkrahús og doyði har, sigur løgreglan.

Ófriðurin mikudagin kravt fimm lív

Brian Sicknick er fimti persónurin, sum er deyður av ófriðinum í og við Capitol-bygningin í amerikanska høvuðsstaðnum mikudagin. 

Spurningar hava verið settir við, hví so fá løgreglufólk vóru til staðar, tá stóra mannamúgvan við mótmælisfólkum kom til Capitol Hill. Steven Sund. leiðari hjá løgregluni, hevur hevur lagt frá sær eftir hendingarnar mikudagin.

Hann sigur sambært CNN, at álopið á Capitol-bygningin ikki kann samanberast við nakað annað, hann hevur upplivað tey 30 árini, hann hevur arbeitt í løgregluni í Washington DC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962