- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveir næmingar á Glasi smittaðir
Tveir næmingar á Glasi smittaðir
Rektarin væntar tó ikki, at smittan gongur á skúlanum, tí so skjótt varð atborið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/glasir_korona_kanningar-8.jpg?itok=IuKMiBLM)
Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, væntar ikki, at smittan hevur breitt seg á skúlanum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
07.01.2021 - 15:34
Í gjár varð staðfest, at tveir næmingar á Glasi, sum vórðu kannaðir, hava fingið koronusmittuna.
Næmingarnir boðaðu sjálvir frá, at teir høvdu sjúkueyðkenni. Teir fóru til hús, og næmingarnir í báðum flokkum og lærararnir, sum teir smittaðu hava havt samand við, fóru eisini til hús.
Næmingarnir fylgja nú nú undirvísingini heima á teams, og teir skulu vera við hús í øllum førum til týsdagin. Næmingarnir í báðum flokkum skulu kanna seg aftur leygardagin og sunnudagin.
Steinbjørn Hardlei, rektari, væntar tó ikki, at koronusmitta gongur á Glasi, tí landslæknin hevur sagt, at av tí at so skjótt varð atborið, er lítið sannlíkt, at smittan hevur breitt seg.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV