- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kongressin góðkent valúrslitið
Kongressin hevur nú góðkent valúrslitið í USA, og sostatt verður Joe Biden tikin í eið sum nýggjur forseti 20. januar.
Fyri løtu síðani staðfesti Mike Pence, varaforseti og hini í kongressini, at demokraturin, Joe Biden, hevur fingið fleiri enn 270 valfólk, sum krevjast fyri at gerast forseti.
Heilt neyvt fekk Joe Biden 306 valfólk, og Domald Trump fekk 232.
Tískil er greitt, at Joe Biden verður forseti í USA næstu fýra árini.
Vanliga tekur tað ikki ein tíma hjá kongressini at góðkenna valúrslitið. Men hesaferð tók tað ein heilan dag, tí at ófriðakroppar trokaðu seg inn í bygningin á Capitol Hill, og senatslimir máttu flýggja.
Trump leggur frá sær
Donald Trump viðurkennir nú fyri fyrstu ferð, at hansara tíð sum forseti í USA er komin at enda.
Í einum Twitter-boðum frá forsetanum, sum talsmaðurin, Dan Scavino, hevur lagt út á Twitter, sigur Trump:
- Hóast eg als ikki taki undir við valúrslitinum, verður forsetaskiftið 20. januar friðarligt, stendur í fráboðanini frá forsetanum gjøgnum talsmannin.
- Eg havi sagt alla tíðina, at vit fara at halda fram við stríðnum at tryggja, at bara lógligar atkvøður verða taldar. Men hetta er endin á tí besta fyrra embætisskeiðnum í søguni og bara byrjanin til strembanina at gera "America great again," sigur Donald Trump í tweetinum, sum talsmaðurin hevur lagt út.