- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leita eftir lodnu

Leitað verður vestanfyri, norðanfyri og eystanfyri Ísland. Lodnan hevur stóran týdning fyri íslendsku vinnuna.
Í 2018 útflutti Ísland lodnu fyri slaka milliard krónur í okkara pengum. Men í 2019 og 2020 varð eingin lodna fiskað, tí eingin lodna var.
5,7 milliónir afturat av til leiting
Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, mælir til, at 400.000 tons av lodnu kunnu fiskast við Ísland, Føroyar, Grønland og Jan Mayen í vertíðini 2021-2022.
Lodnan hevur so stóran týdning fyri Ísland, at í fíggjarlógini fyri 2021 fær Havrannsóknarstovan góðar 5,7 milliónir krónur í okkara pengum afturat at brúka til at leita eftir lodnu.
Føroyar hava loyvi til at fiska fimm prosent av íslendsku lodnukvotuni, tó í mesta lagi 30.000 tons.
