- Tíðindi, mentan og ítróttur
Holland byrjar loksins at koppseta

Holland er tískil eftirbátur á hesum økinum, og fleiri fólk í landinum eru sera ónøgd við støðuna, skrivar DR.
– Myndugleikarnir drálaðu alt ov leingi við at fáa eina kanningarskipan at virka í fjør. Og nú eru vit tað allar seinasta landið í ES, sum byrjar at koppseta, og tað er sera ørkymlandi.
Tað sigur Marco Visser, sum er ein av teimum, ið hevur funnist at stjórnini í landinum. Samanborið við onnur lond í Evropa, so er Holland langt aftanfyri.
Flestu ES-londini byrjaðu á jólum
Týskland, Slovakia og Ungarn byrjaðu at koppseta 26. desember, og flestu onnur lond í ES byrjaðu at koppseta 27. desember. Belgia byrjaði tó 28. desember.
Fyrstu føroyingarnir vórðu koppsettir 30. desember. Men Holland byrjar ikki fyrr enn í dag. Stjórnin í Hollandi sigur seg ikki hava verið fyrireikað, og tí hevur tað gingið so leingi.
>> SÍ EISINI Nýtt koppingarevni verður nú góðkent
DR skrivar, at stjórnin í Hollandi hevði væntað eitt annað koppsetingarevni enn tað frá Pfizer og BioNTech. Tí var stjórnin ikki fyrireikað at skulu goyma koppingarevnið í 70 kuldastigum.
Fyrstu fólkini í Hollandi, sum verða koppset, eru fólk, sum starvast á einum ellis- og røktarheimi. Holland hevur verið hart rakt av farsóttini, og higartil eru 850.000 fólk í landinum smittað við COVID-19.
