Grundarlag fyri at reisa ríkisrættarmál

Grundarlag fyri at reisa ríkisrættarmál
Tveir óheftir advokatar hava latið Fólkatinginum sína meting í málinum um Inger Støjberg, fyrrverandi ráðharra, um at skilja asylpør sundur
Tveir óheftir advokatar halda, at grundarlag er at reisa ríkisrættarmál móti Inger Støjberg, fyrrverandi ráðharra í útlendingamálum
 
06.01.2021 - 15:08

Grundarlag er fyri at reisa ríkisrættarmál móti fyrrverandi danska ráðharranum, Inger Støjberg. Tað siga tveir óheftir advokatar í sínum metingum til Fólkatingið.

Tað eru fleiri vikur síðani, at advokatarnir fóru at kanna, um grundarlag er fyri at reisa ríkisrættarmál móti Inger Støjberg.

Málið er frá 2016, tá Støjberg var ráðharri í útlendinga- og integratiónsmálum, og snýr seg um at skilja ung asylpør sundur. Støjberg vildi steðga siðvenjuni við teimum sonevndu barnabrúðrunum, og tí gav hon sínum embætisverki boð um at skilja pørini sundur.

Ólóglig boð

Í hesum sambandi komu eini ólóglig boð frá ráðnum um, at øll pør - uttan undantak - skulu skiljast sundur. 

Bæði fólkatingsins umboðsmaður og ein kanningarnevnd hava síðani staðfest, at tað er hetta vantandi undantakið í boðunum, sum ger boðini ólóglig.

Nú stendur tað til politisku flokkarnar í Fólkatinginum at gera av, um ríkisrættarmál skal reisast móti Inger Støjberg. 

Liberal Alliance, Alternativet og Radikale eru fyri einum ríkisrættarmáli, men Nye Borgerlige og Danski Fólkaflokkurin halda ikki, at grundarlag er fyri einum ríkisrættarmáli. 

Javnaðarflokkurin avgerandi orðið

Tískil verður roknað við, at Javnaðarflokkurin hjá Mette Frederiksen fer at hava avgerandi orðið. Flokkurin hevur einki sagt enn, hvar hann stendur í hesum spurninginum.

Verður ríkisrættarmál reist móti Inger Støjberg, verður tað sættu ferð í danskari søgu, og fyrstu ferð síðani 1995, tá fyrrverandi løgmálaráðharrin Erik Ninn-Hansen fekk fýra mánaða treytaða fongsulsrevsing fyri at hava forðað tamilskum flóttafólkum at fáa sínar familjur til Danmarkar.

Í ríkisrættinum eru 15 dómarar umframt 15 politiskt valdir limir, sum Fólkatingið hevur valt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Skratsj 16. oktobur 2024
182166
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907