- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt koppingarevni verður nú góðkent
Nýtt koppingarevni verður nú góðkent
Koppingarevnið hjá heilivágsfyritøkuni, Moderna, verður helst góðkent í dag ella í morgin, vænta evropeiskir myndugleikar

Heilivágsfyritøkan, Moderna, hevur ment eina koronukoppseting, sum myndugleikarnir í Evropa nú fara at góðkenna
Mynd: AP
04.01.2021 - 15:04
Evropeiskir myndugleikar fara væntandi at góðkenna koppingarevnið hjá heilivágsfyritøkuni, Moderna, í dag ella í morgin, sigur stjórin í danska heilivágsstýrinum.
– Stutt eftir at koppingarevnið er góðkent, ber til at koppseta, men tað er Moderna, sum skal fáa gongd á útflutningin, sigur Thomas Senderovitz, stjóri í heilivágsstýrinum.
Moderna er heldur minni fyritøka enn Pfizer, sum hevur gjørt koppingarevnið, ið flestu lond í Evropa brúka. Tað hevur eisini við sær, at Moderna kann ikki framleiða so nógvar skamtar.
Thomas Senderovitz væntar, at um einar tveir, tríggjar mánaðir verður Moderna ført fyri at gera størri nøgdir av koppingarevni.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV