- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seks fólk smittað
Seks fólk smittað
Enn er óvist, hvussu fimm teirra eru smittað

Mynd: Kelda: Savnsmynd
03.01.2021 - 13:34
Seks nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Tað er enn óvist, hvussu fimm teirra eru blivin smittað. Helst hava tey verið í sambandi við hvør annan.
Eitt fólk hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna við kanning á triðja degi. Øll eru avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 839 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 56 fólk smittað í løtuni. Tvey fólk eru í løtuni innløgd hjá sjúkrahúsverkinum við koronusmittu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV