- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava úrskurð hjá Hægstarætti broyttan

Tey, sum skipaðu fyri valstríðnum hjá Donald Trump, forseta, upp undir forsetavalið í heyst, heita nú á Hægstarætt um at broyta úrskurðin, sum lægri dómstólar hava gjørt um valúrslitið í statinum Wisconsin.
Sagt verður í áheitanini á Hægstarætt, at veljarar fingu ikki atkvøðuseðlar sendandi á rættan hátt. Kravt verður, at bæði brævatkvøður og atkvøður á valstaðnum skulu ógildast.
Hægstirættur í Wisconsin hevur sagt, at hann fer ikki at taka málið uppaftur, og hesa avgerð vilja tey, sum skipaðu fyri valstríðnum hjá Trump, hava Hægstarætt í Washington at ógilda.
Tapt minst 50 sakarmál higartil
Trump hevur tapt í minsta lagi 50 sakarmál um valið í Wisconsin og øðrum statum. Trump sigur, at valsvik varð framt, millum annað við brævatkvøðum.
Trump fekk 21.000 atkvøður færri enn Joe Biden í Wisconsin. Fyri jól vísti Hægstirættur aftur eina áheitan um at broyta valúrslitið í Pennsylvania.
Allir statir hava góðkent valið og staðfest, at Joe Biden vann, men Donald Trump vil framvegis ikki góðtaka valúrslitið. 6. januar fer Kongressin at telja atkvøðurnar hjá valfólkunum.
