Prísurin á fýrverki skal vera hin sami

Prísurin á fýrverki skal vera hin sami
Fýrverk kann ikki seljast við fyrr og nú prísum, sigur Brúkaraumboðið
 
28.12.2020 - 10:20

Av tí, at fýrverk bara verður selt í nakrar fáar dagar, ber ikki til at selja fýrverk við fyrr og nú prísum. Tað er villleiðandi marknaðarføring, sigur Brúkaraumboðið.

Fyri at selja árstíðarvøru, sum fýrverk er, við at vísa til prísin fyrr og nú, skal vøran vera seld fyri vanligan kostnað í fýra samanhangandi vikur undan eini príslækking.

Og fýrverk kann ikki seljast í fýra samanhangandi vikur, men bara í nakrar dagar. Men loyvt er at selja fýrverk sum pakkatilboð ella geva hópavsláttur, sigur Brúkaraumboðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949