- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meira koppingarevni til Danmarkar

Danskir heilsumyndugleikar væntaðu ikki at fáa næstu sendingina av koppingarevninum fyrr enn í næstu viku, men nú hava teir fingið at vita, at hon kemur longu í dag.
Talan er um 38.000 skamtar, sum koma til Danmarkar í kvøld, sigur Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri.
Krøv um masku og spritta hendur enn í gildi
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, upplýsti á tíðindafundi í gjár, at teir 38.000 skamtarnir eru partur av avtaluni, sum Danmark hevur gjørt við ES um koppingarevni.
Farið varð at koppseta fyri koronu í Danmark í gjár. Hóast koppsetingin er byrjað, verða krøvini um at brúka masku og spritta hendur framvegis í gildi.
Ikki fyrr enn 60-80 prosent av øllum fólkinum eru koppsett, er ráðiligt at endurskoða tiltøkini, sigur Mette Frederiksen.
Koppsetingin í Føroyum útsett
Danskir heilsumyndugleikar vænta at koppseta millum 200.000 og 250.000 fólk hetta til mars næsta ár. Føroyar og Danmark fáa eisini burtur av koppingarevninum, sum Danmark fær úr ES.
Av tí at Danmark fekk færri skamtar enn roknað varð við í fyrstu syftu, hevur Heilsumálaráðið gjørt av at útseta koppsetingina í Føroyum.
Ætlanin varð at koppseta tey fyrstu millum jóla og nýggjárs, men nú er greitt, at tað verður ikki, fyrr enn komið er inn í nýggja árið.
