Pota eisini jólaaftan og jólamorgun

Pota eisini jólaaftan og jólamorgun
Av teimum 864 koronukanningunum, sum vóru gjørdar í gjár, jólaaftan, vóru seks positivar. 830 kanningar eru gjørdar í dag
Potað verður eisini í jólum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
25.12.2020 - 16:22

Av teimum 864 koronukanningunum, sum vóru gjørdar í gjár, jólaaftan, vóru seks positivar.

Fimm smittað fólk eru í einari smittuketu, sum landslæknin fylgir. 

Øll tey smittaðu eru avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporingina.   

Eitt fólk er komið til Føroya úr útlondum, og fekk staðfest smittuna við kanning á sætta degi eftir komuna.

567 fólk hava nú fingið koronu í Føroyum. 41 eru enn smittað.

Tvey fólk eru innløgd.

153 fólk vóru í sóttarhaldi í gjár.

Eisini jóladag

Í dag eru okkurt um 830 fólk kannað. 

Thetis kannaði 503 fólk í morgun, 407 á Farstøðini og 96 í hølunum hjá Thetis.

Sjúkrahúsverkið hevði kanningar í Klaksvík og á Tvøroyri í dag. 

Í Klaksvík vóru okkurt um 200 fólk.

Á Tvøroyri vóru 130 fólk til kanningar. Onnur tyrlan hjá Atlantic Airways var á Tvøroyri eftir potingunum og fleyg tær til Havnar, so tær kunnu greinast í dag.

Skuldu tær við Smyrli, sluppu tær ikki norður fyrr enn í morgin.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114