Soleiðis verður koppsett fyri koronu

Soleiðis verður koppsett fyri koronu
Sjúkrahúsverkið skipar fyri koppsetingunum, og tey fyrstu, sum verða koppsett, eru starvsfólk í heilsugeiranum og eldrageiranum
Tey fyrstu, sum verða koppsett, eru starvsfólk í heilsugeiranum og eldrageiranum, sum hava tætt samband við fólk
 
21.12.2020 - 10:04

Landsstýrið hevur nú ásett í kunngerð, hvør skal koppsetast fyrst fyri koronu.

Talan er um starvsfólk í heilsugeiranum og eldrageiranum, sum hava tætt samband við fólk.

Sambært kunngerðini eru kommunulæknar og starvsfólk teirra, starvsfólk í læknavaktini, G1 á Landssjúkrahúsinum, skaðastovuni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, skaðastovuni á Suðuroyar sjúkrahúsi, sjúkraflutningstænastuni, Koronudeildini, tey, sum gera potingar í sambandi við koronusmittu, heilsustarvsfólk og røktarstarvsfólk á røktarheimum og ellisheimum.

Hesi fólk fáa koppsetingina ókeypis. Landið rindar.

Sjúkrahúsverkið skipar fyri koppsetingunum

Koppsetingarnar vera á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi, Suðuroyar sjúkrahúsi og á ávísum staði í Tórshavn. 

Harumframt verður ein flytfør eind, sum skal koppseta fólk í Sandoynni og í Vágum.

Koppsetingin og møgulig hjáárin verða skrásett í talgildu heilsuskipanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946