Ov bjartskygdur um lán í Havn

Ov bjartskygdur um lán í Havn
Fýra lán, sum eru latin í Havn, eru verri enn Norðoya sparikassi metti, sigur Fíggjareftirlitið
Samanumtikið er Norðoya sparikassi nøgdur við eftirlitsvitjanina hjá Fíggjareftirlitinum, og tekur frágreiðingina hjá tí til eftirtektar
 
14.12.2020 - 13:50

Norðoya sparikassi hevur verið ov bjartskygdur, tá hann hevur mett um nøkur lán, sum eru latin í Havn. 

Fíggjareftirlitið hevur kannað Norðoya sparikassa.

Millum annað eru 53 lán kannað. Fýra lán, sum eru latin í Havn, eru verri enn sparikassin metti.

Fíggjareftirlitið gav eisini sparikassanum boð um seta 750.000 kr. afturat av móti tapi.

Fleiri veik viðskiftafólk

Fíggjareftirlitið nevnir eisini, at Norðoya sparikassi hevur fleiri veik viðskiftafólk nú enn í 2018, tá Fíggjareftirlitið seinast kannaði sparikassan.

Fíggjareftirlitið staðfesti, at sparikassin skal vinna fleiri pengar og styrkja kapitalgrundarlagið.

Hann skal eisini hava betri mannagongdir og stýring á kredittøkinum. 

Samanumtikið er Norðoya sparikassi nøgdur við eftirlitsvitjanina hjá Fíggjareftirlitinum, og tekur frágreiðingina hjá tí til eftirtektar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949