Her eru seinastu koronutilmælini

Her eru seinastu koronutilmælini
Løgmaður skipaði fyri tíðindafundi í Kringvarpinum seinnapartin, har hann legði koronutilmælini fyri jólahøgtíðina og nýggjárið fram
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum, á tíðindafundinum seinnapartin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.12.2020 - 14:26

Ongar gudstænastur vera jólaaftan og jóladag, skeinkistøð og matstovur skulu lata aftur klokkan 22, og allir jólagestir uttanlands skulu í heimauppihald, til teir hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag eftir komu til Føroya. 

Tað er nøkur av koronutilmælunum, sum Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, legði fram á tíðindafundi í Kringvarpinum seinnapartin í sambandi við jólahøgtíðina.

Tilmælini eru hesi:

  • Allir jólagestir eiga dagarnar undan fráferð at vera serstakliga varin. Atferðin hesar dagarnar kann vera avgerandi.
  • Allir jólagestir eiga at fara í heimauppihald, til tey hava fingið úrslitið av kanningini sætta dag.
  • Jólagestir eiga undir ongum umstøðum at vitja avvarðandi á sjúkrahúsum, røktarheimum ella sambýlum, fyrr enn staðfest er, at royndin á sætta degi er negativ.
  • Leiðslan í fólkakirkjuni hevur í samráð við Landsstýrið avgjørt at avlýsa gudstænasturnar jólaaftan og jóladag. Landsstýrið mælir øðrum samkomum til at gera tað sama.
  • Matstovur og skeinkistøð skulu frá hósdegnum 17.desember til og við 3. januar 2021 lata aftur klokkan 22.
  • Mælt verður til, at allar ítróttakappingar innandura verða hildnar uttan áskoðarar til og við 3. januar 2021. Hetta er bæði galdandi fyri vaksnamanna- og barnakappingar.
  • Tað er skilabest, at bert ein persónur í húsarhaldinum stendur fyri jólainnkeypinum, heldur enn at øll familjan fer til handils saman.
  • Handilsvinnan eigur at tryggja, at ikki ov nógv eru í handlinum í senn, so at neyðuga frástøðan verður hildin.

Seinastu tøkini

 Løgmaður segði, at jólahøgtíðin og nýggjárið kunnu verða okkara seinastu avbjóðingar í koronustríðnum, og tí ræður um at taka seinastu tøkini á mál. Smittan er aftur farin at gera um seg í okkara samfelag. Aðrastaðni er smittutrýstið rættiliga stórt, og tað ávirkar eisini okkum, segði hann.

Bárður á Steig Nielsen segði seg vera ernan av, hvussu vit sum samfelag higartil hava handfarið koronufarsóttina:

- Tað er ótrúligt, hvussu áhaldin øll hava verið. Eg má eisini rósa øllum fyri at finna loysnir í hesum truplu tíðum. Vónandi nærkast vit einum enda á hesum. Nú skulu vit fyrst standa saman við at vera hvør sær um jólahøgtíðina og á nýggjárinum. Koppingarevnið nærkast í hvørjum, og tað fer vónandi at gera stóran mun, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á tíðindafundinum.

Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, var eisini við á tíðindafundinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418