Kanna skattaviðurskifti hjá Hunter Biden

Kanna skattaviðurskifti hjá Hunter Biden
Málið kann elva til trupulleikar hjá pápanum, Joe Biden, sum tekur við sum amerikanskur forseti í januar
Hunter Biden og pápin, Joe Biden, sum tekur við sum nýggjur amerikanskur forseti í januar
 
10.12.2020 - 10:01

Amerikanska ákæruvaldið fer nú at kanna skattaviðurskiftini hjá Hunter Biden, sum er sonur nýggja amerikanska forsetan, Joe Biden.

Tað boðaði Huntr Biden frá í gjárkvøldið. 

- Eg taki hetta málið í álvara,  men eri vísur í, at ein óheft kanning fer at staðfesta, at øll viðurskiftini eru í lagi, segði Hunter Biden í gjárkvøldið.

Hann legði aftrat, at hann fór at halda á at stríðast móti teimum nógvu ákærunum, sum hava verið móti sær seinastu tíðina.

Kann elva forsetanum høvuðbrýggj

Reuters skrivar, at Trump, forseti, og aðrir republikanarar hava lagt nógv trýst á Hunter Biden undir forsetavalstríðnum, og serliga hava tey víst á, at ivamál eru um handilsviðurskiftini hjá Hunter Biden í Ukraina og Kina, meðan pápi hansara, Joe Biden, var varaforseti hjá Barack Obama.

Sambært BBC kunnu skattaviðurskiftini hjá Hunter Biden skjótt elva Joe Biden politiskt høvuðbrýggj, tí varðveitir republikanski flokkurin meirilutan í senatinum fara teir at skipa fyri hoyringum og leita eftir sambondum millum Hunter og Joe Biden,  sum skjótt kunnu enda við, at nýggi forsetin fær rættarligar trupulleikar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772