Gevur grønlendsku børnunum umbering

Gevur grønlendsku børnunum umbering
Atlitið at børnunum var sett til viks, og tey mistu tilknýtið til sítt egna fólk, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðharri
22 grønlendsk børn vóru tvingsilsflutt til Danmarkar í 1951 og 1952
 
08.12.2020 - 12:57

Danska stjórnin sveik tey 22 grønlendsku børnini, sum vórðu tvingsilsflutt til Danmarkar í 1951. 

Tað staðfestir danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sum vegna donsku stjórnina umber viðferðina, sum teir 22 grønlendingarnir fingu.

- Eg havi fylgt málinum í fleiri ár, og verði áhaldandi rørd um teir menniskjaligu sorgarleikirnar, ið vóru partur av hesum málinum. Atlitið at børnunum varð sett til viks. Tí mistu tey tilknýtið til sínar familjur og ætt, lívssøgu, til Grønland, og harvið sítt egna fólk. 

- Tað er hent, og einki kann gerast fyri at broyta tað. Men vit kunnu taka ábyrgd og geva teimum eina umbering, sum vit áttu at havt tikið okkum av, men sviku, sigur Mette Frederiksen í einum tíðindaskrivi frá Forsætismálaráðnum. 

Tvingsilsflytingin kannað

Umberingin kemur í sambandi við eina felags kanning hjá donsku stjórnini og grønlendska Sjálvstýrinum av royndini, tá 22 grønlendsk børn vórðu tikin frá sínum familjum og tvingsilsflutt til Danmarkar. 

Børnini vóru flutt, tí mett varð, at tey fingu eitt betri lív í Danmark.

Kanningin greinar millum annað, hvat endamálið var við royndini, hvør bleiv útvaldur, upplivingarnar hjá børnunum, og hvat bleiv av teimum.

Kim Kielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin, vísir á niðurstøðuna av kanningini, sum sigur, at avgerðin at flyta børnini hevði ein stóran menniskjaligan kostnað.

- Tað er rørandi at lesa um lagnuna hjá teimum 22 børnunum. Teirra serligi uppvøkstur fekk stórar avleiðingar fyri sambandið til familjuna og samfelagið, og ikki minst fyri teirra grønlendska samleika. 

- Nú, skjótt 70 ár seinni, er sambandið millum Danmark og Grønland nógv ment, og vit hava fingið Sjálvstýri. Í dag eru vit javnbjóðis partar, sum í felag kaga aftur í fortíðina, og merkja og síggja fylgjurnar av tátíðarinnar politisku avgerðum. 

- Vit hava og fara altíð at læra av okkara felags søgu. Bæði tær góðu og keðiligu síðurnar av søguni, skrivar Kim Kielsen. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 19. februar
Skratsj 19. februar 2025
188017
Mikudag 19. februar
RagnarRokk. Chris Harms um 1980
188003
Mikudag 19. februar
Góðan morgun Føroyar
187986
Mikudag 19. februar
Morgunlestur mikudagur 19.februar 2025
186672
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825