Atkvøða um Barsilsskipanina og ALS í dag

Atkvøða um Barsilsskipanina og ALS í dag
Tingfundur verður seinnapartin
Løgtingið fer í dag at atkvøða um uppskotið at hækka útgjaldið og lækka inngjaldið í ALS
 
08.12.2020 - 09:18

Níggju atkvøðugreiðslur eru í skránni fyri tingfundin seinnapartin í dag.

Millum annað skal tingið atkvøða um at hækka inngjaldið í Barsilsskipanina úr 0,71 prosentum upp í 0,86 prosent og heilsutrygdargjaldið úr 0,60 prosentum upp í 0,70 prosent.

Løgtingið skal eisini atkvøða um broytingar í ALS. 

Uppskotið er, at arbeiðsloysisstuðulin hækkar 1.000 krónur um mánaðin, upp í 18.500 krónur.

Útrokningargrundarlagið hækkar úr 70 prosentum upp í 80 prosent. Og nú skal eftirløn gjaldast av pengunum, fólk fáa frá ALS.

Broytingin ger, at arbeiðsloysisstuðulin í mesta lagi kann vera 222.000 krónur um árið umframt eftirlønargjaldið.  

Inngjaldið til ALS lækkar úr 1,25 prosentum niður í eitt prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856