Danmark herðir koronutiltøkini munandi

bannari
Danmark herðir koronutiltøkini munandi
Skúlanæmingar í 38 kommunum fara longu í jólafrí mikudagin
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur boðað til tíðindafundar fyrrapartin
 
07.12.2020 - 09:35

Forsætismálaráðið í Danmark hevur boðað til tíðindafundar um koronustøðuna í dag. Tíðindafundurin verður klokkan 11.

Danska TV2 skrivar longu nú, at Mette Fredriksen, forsætisráðharri, fer at boða frá herdum tiltøkum í eini roynd at steðga koronusmittuni, sum hevur breitt seg nógv seinastu tíðina.

Skúlanæmingar fáa jólafrí mikudagin

Millum tiltøkini sum Mette Fredriksen fer at boða frá, er, at allir skúlanæmingar í 38 kommunum, sum ganga í fimta flokki og uppeftir, fara í jólafrí longu mikudagin.

Eisini vænta danskir miðlar, at matstovur, skeinkistøð, biografar og leikhús skulu lata aftur mikudagin, og at starvsfólk hjá tí almenna skulu arbeiða við hús.

Í gjár segði Mette Frederiksen, at tamarhald skal fáast á koronusmittuni fyri jól, og at hetta fer at krevja nógv av borgarunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946