Viðgera Fjøruvegin í tinginum í dag

Viðgera Fjøruvegin í tinginum í dag
Landsstýrið hevur biðið um 55 milliónir krónur til Fjøruvegin, sum verður mettur at kosta tilsamans slakar 100 milliónir krónur
Fjøruvegurin við bergtunli verður mettur at kosta tilsamans 100 mió. kr.
 
02.12.2020 - 08:34

Fjøruvegurin í Runavík verður viðgjørdur í løgtinginum í dag.

Landsstýrið hevur biðið um 55 milliónir krónur til Fjøruvegin.

Í ár er játtanin 13,8 milliónir, 10 milliónir næsta ár og í 2022, 12 milliónir krónur í 2023 og 9,2 milliónir krónur í 2024.

Fjøruvegurin, sum hevur samband við Eysturoyartunnilin, er mettur at kosta slakar 100 milliónir krónur.

Kommunan eigur verkætlanina

Runavíkar kommuna skal gjalda hann og fær 55 milliónir krónur í stuðli frá landinum.

Fjøruvegurin verður millum munnan á Eysturoyartunlinum og landsvegin omanfyri Bakkafrost á Glyvrum, og verður hálvan triðja kilometur.

Munnligir fyrispurningar eru eisini í løgtinginum í dag. Tingfundurin í dag er klokkan 11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791