Kravið um koronukanning verður longt til 31. mars

Kravið um koronukanning verður longt til 31. mars
Farsóttarnevndin sigur, at koronukanningin hevur víst seg at vera eitt sera hent amboð at avmarka smittuna
Farsóttarnevndin hevur longt kravið um, at øll ferðandi til Føroya skulu lata seg kanna. Skipanin er longd til 31. mars
 
02.12.2020 - 15:15

Kravið um, at øll ferðandi til Føroya skulu lata seg kanna fyri Covid-19, verður longt til 31. mars næsta ár.

Tað hevur Farsóttarnevndin gjørt av.

Nevndin heldur, at kravda koronukanningin hevur víst seg at vera eitt sera hent amboð til tess at avmarka koronusmittuna í landinum. 

Men tað er ikki nóg mikið, at ferðafólk verða kannað.

Tað hevur framvegis stóran týdning at halda frástøðu, hava gott reinføri og at vera við hús, um illgruni eru smittu, sigur Farsóttarnevndin. 

Nevndin sigur eisini, at tað er týdningarmikið at lata seg kanna sætta dagin eftir heimkomu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114