Barsilstíðin verður eitt ár og inngjaldið hækkar

Barsilstíðin verður eitt ár og inngjaldið hækkar
Vinnunevndin er samd um at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum
Barsilstíðin verður nú 52 vikur, og samstundis hækkar inngjaldið í Barsilsskipanina úr 0,71 prosentum upp í 0,86 prosent
 
02.12.2020 - 08:29

Løgtingið tekur undir við at leingja barsilsfarloyvið fýra vikur og hækka inngjaldið í Barsilsskipanina úr 0,71 prosentum upp í 0,86 prosent.

Ein samd Vinnunevnd tekur undir við uppskoti landsstýrisins.

Tá nevndin viðgjørdi uppskotið, kom fram, at eftirlønin av barsilspengum er ikki útreiðsluførd í rakstrinum hjá Barsilsskipanini.

Hetta ger, at Barsilsgrunnurin ikki er kravdur eftir øllum pengunum, sum Barsilsskipanin hevur goldið út. 

Eitt ár

Barsilstíðin verður nú 52 vikur.

Vinnunevndin finst at, at lógaruppskotið um broytingar í Barsilsskipanina ikki varð sent til hoyringar, hóast tað stendur í løglistanum, sum tingið fekk longu á ólavssøku.

Nevndin mælir til, at Barsilsskipanin verður gjørd enn betri og meira tíðarhóskandi. Hetta skal gerast saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791