Arbeiðsvikan verður ikki stytt

Arbeiðsvikan verður ikki stytt
Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um at stytta arbeiðsvikuna
 
01.12.2020 - 06:42

Tað verður ikki á hesum sinni, at arbeiðsvikan í Føroyum verður stytt. Samgongan tekur ikki undir við uppskotinum til samtyktar hjá Javnaðarflokkinum um at stytta arbeiðsvikuna.

Álitið hjá Rættarnevndini kom í løgtingið í gjár. Nevndin hevur havt málið síðani 3. september.

Øðrvísi í grannalondunum

Meirilutin í nevndini, samgonguumboðini, sigur, at í grannalondum okkara er ikki vanligt at áseta longdina á arbeiðsvikuni við lóg.

Meirilutin sigur seg ikki hava fingið greitt at vita, hvørjar avleiðingar fyri haldførið í búskapinum, ein stytt arbeiðsvika fær. Heldur ikki, hvussu kappingarførið verður ávirkað. 

Og eingin ivi er um, sigur meirilutin í Rættarnevndini, at stytta arbeiðsvikan fer at gera, at arbeiðsgevarar mugu gjalda meira løn. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi taka undir við uppskotinum um at stytta arbeiðsvikunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114