- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kina ynskir Biden til lukku
Kineski forsetin, Xi Jinping, hevur sent Joe Biden fjarrit, har hann ynskir honum til lukku við forsetavalinum.
Tað skriva almennir kinesiskir miðlar, sambært Reuters.
Í fjarritinum, sum kinesiskir miðlar endurgeva burturúr, leggur Xi Jinping dent á, at USA og Kina mugu sleppa undan ósemju og samanbresti, og heldur virða hvønn annan, skrivar NTB.
Forsetin í Meksiko, Andres Manuel Lopez Obrador, sigur, at tað hevur ongan skund at ynskja komandi forsetanum í USA til lukku við valinum.
- Okkum dámar ikki at ynskja til lukku frammanundan. Best er at bíða, segði hann við tíðindafólk í gjár.
Fyrireikar seg at taka við
Mánakvøldið fekk Joe Biden formliga boðini frá amerikanska stovninum, General Services Administration, um, at hann fyrireika seg at taka við forsetaembætinum.
Tað merkir m.a., at Biden og hansara fólk fáa pening og høli frá myndugleikunum, meðan tey fyrireika seg til at taka við valdinum 20. januar.
Donald Trump, forseti, skrivaði á Twitter, at hann hevur góðtikið góðkenningina, men váttaði samstundis, at hann fer at halda fram at stríðast fyri síni søk.