- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakka fyri trýsti: Skoytubreytin verður nú flutt
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vagsbotnur-6.jpg?itok=RQYrZBAn)
Skoytubreytin í Havn verður løgd á niðara vølli í Gundadali. Tað skrivar Tórshavnar Kommuna á heimasíðuni. Skoytubreytin verður løgd í krókinum móti B36-húsinum.
Skoytubreytin verður 30 faldað 25 metrar til støddar. Breytin er løgd har, tí niðari vøllur skal kortini skiftast til várs. Arbeiðið at leggja breytina er longu byrjað.
Ætlanin var annars at flyta skoytubreytina oman í Vágsbotn, men tann ætlanin varð slept eftir atfinningum frá serliga handilsfólki.
– Á Niðara Vølli í Gundadali er nøktandi streymur, og staðsetingin hevur ikki avleiðingar fyri ferðslu, grannar ella onnur. Í samráð við HB og B36 er tryggjað, at skoytubreytin ikki ávirkar teirra virksemi, skrivar kommunan.