- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnuhúsið nógv fleiri fráboðanir um harðskap
Kvinnuhúsið í Havn fær nógv fleiri fráboðanir um harðskap í ár enn nakað annað ár.
Higartil í ár eru komnar 648 fráboðanir, 116 fleiri enn alt árið í fjør og 114 fleiri enn í fyrraárið.
Vøksturin er 50 prosent síðani 2018.
Tølini eru í tíðindabrævi frá Kvinnuhúsinum, Kvinnufelagnum í Havn og Amnesty International Føroyar.
Altjóða dagur móti harðskapi
25.november, sum er í dag, er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum.
Teir tríggir felagsskapirnar mæla til at gera okkurt við hendan samfelagstrupulleikan, sum teir siga, so talið næsta ár verður minni enn í ár.
Serliga nógvur harðskapur, har annar ella báðir partar eru rúsaðir, eru fráboðaðir í ár. Vøksturin er 256 prosent.