- Tíðindi, mentan og ítróttur
Læna minni í Føroyum, men meira í Danmark
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/thumbnail_banknordik.jpg?itok=4zugOZv0)
Føroysku peningastovnarnir læna ikki nógvar pengar út í løtuni.
Eftirspurningurin eftir fígging hevur ikki verið stórur, síðani korona koma til Føroya.
Útlánsvøksturin var bara eitt prosent, tá triði ársfjórðingur endaði.
Men fólk læna meira frá donsku realkredittstovnunum. Har var vøksturin 19 prosent.
Landsbankin hevur kannað, hvussu nógvar pengar, vinnugreinarnar hava í peningastovnunum.
Hjálparpakkar gera mun
Gisti- og matstovuvinnan hevur ikki nógv á bók. Men heilsøla og smásøla, flutningur og goymsla hava fleiri tøkar pengar.
Tað sama kann sigast um byggivinnuna og fiskivinnuna.
Landsbankin heldur, at hjálparpakkarnir og onnur tiltøk hjá tí almenna hava gjørt mun hjá vinnuni,
Peningastovnarnir hava boðið viðskiftafólkunum avdráttarskáa, men hvørki húsarhald ella vinnan hava í merkisverdan mun tikið av.