Innlánini eru fimm milliardir størri enn útlánini

Innlánini eru fimm milliardir størri enn útlánini
Tað eru í størsta mun húsarhaldini, sum hava innlánsyvirskot í føroysku peningastovnunum, sigur Landsbankin
Húsarhaldini hava størsta innlánsyvirskotið í peningastovnunum, men vinnan og kommunurnar hava størri skuld, enn tær eiga innistandi
 
23.11.2020 - 09:51

Peningastovnarnir í Føroyum hava fimm milliardir krónur meira standandi inni, enn teir hava lænt.

Innlánini eru 24,8 milliardir krónur, og útlánini eru 19,8 milliardir. Innlánsyvirskotið er tí fimm milliardir krónur.

Millumbanka innlán og útlán eru ikki tald við í hesum tølunum.

Men útlendsk viðskiftafólk hjá føroysku peningastovnunum eru tald við. 

Húsarhald hava størsta yvirskotið

Taka vit bara føroysk viðskiftafólk, eru innlánini 17,2 milliardir og útlánini 15,7 milliardir, so her er innlánsyvirskotið 1,5 milliard.   

Tað eru í størsta mun húsarhaldini, sum hava innlánsyvirskot í føroysku peningastovnunum, sigur Landsbankin.  Húsarhaldini hava umframt skuld í føroysku peningastovnunum sethúsalán í donskum realkredittstovnum. 

Um skuldin hjá húsarhaldunum til donsku realkredittstovnarnar verður tald við, hava húsarhaldini eitt innlánsyvirskot, sum var 233 milliónir krónur tann 30. september.  

Vinnan og kommunurnar hava størri skuld í føroysku peningastovnunum, enn tær eiga inni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949