Føroyingar í Danmark fáa eisini Arne-pensjón

Føroyingar í Danmark fáa eisini Arne-pensjón
Peter Hummelgaard, ráðharrri í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur svarað Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni
Peter Hummelgaard, ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum, fer at broyta uppskotið um Arne-pensjónina soleiðis, at starvstíðin í Føroyum og Grønlandi telur við, tá starvsaldurin skal roknast
 
23.11.2020 - 11:15

Føroyingar í Danmark kunnu fara av arbeiðsmarknaðinum eftir somu fortreytum sum ES-borgarar í sambandi við  Arne-pensjónina, sum hon verður nevnd.

Tað sigur Peter Hummelgaard,  ráðharri í arbeiðsmarknaðarmálum, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Sambært Arne-pensjónsskipanini kunnu fólk, sum hava verið á arbeiðsmarknaðinum í 42, 43 ella 44 ár, fáa pensjón ávikavist eitt, tvey og trý fyrr.

Føroyingar og grønlendingar ikki við

Men upprunaliga uppskotið legði ikki upp fyri, at fólk, sum starvast í Føroyum og Grønlandi, kundu telja ta starvstíðina við í samlaða starvsaldurin fyri at fáa Arne-pensjón, eins og tey, sum hava starvast í ES- og EBS-londum.

Peter Hummelgaard sigur, at hann hevur havt samband við landstýrið um málið, og landstýrið hevur boðað frá, at tey vilja, at starvsaldurin í Føroyum telur við. Tí verður uppskotið broytt, so starvstíðin í Føroyum og Grønlandi telur við, tá starvsaldurin skal roknast.

Arne-pensjónin verður tó ikki útgoldin til fólk, sum búgva í Føroyum, men bara til fólk, sum búgva í Danmark, ES- og EBS-londum, umframt Sveis, Bretlandi og Turkalandi, sigur arbeiðsmarknaðarmálaráðharrin í svarinum til Sjúrð Skaale.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946