- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskapurin sloppin væl frá koronu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gjalda_vid_peningi-2.jpg?itok=1CzLhHBb)
Føroyski búskapurin er higartil sloppin væl frá koronu samanborið við onnur lond.
Landsbankin sigur, at higartil hava peningastovnarnir ikki havt týdningarmikil tap av hvørki fyritøkum ella húsarhaldum.
Gjaldførið landsins var í triðja ársfjórðingi 4,5 milliardir krónur, 1,6 milliard omanfyri minstagjaldførið.
Landskassin lænti 1,6 mia. kr. í juni.
Hálv mia. oman fyri minstagjaldførið
Gjaldførið hjá landskassanum lá um 500 mió.kr. oman fyri minstagjaldførið við ársenda 2019, sigur Landsbankin.
Landskassin hevur tí tikið hálva millard av gjaldførinum fyri at standa móti koronu.
Tá landskassin lænti 1,6 mia.kr., vaks skuld landskassans upp í 5,3 mia. kr.
Landskassaskuldin er 26 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.
Somu meting sum í fjør
Ratingarfyritøkan Moody’s gav í august Føroyum somu rating, meting, sum í fjør.
Tann metingin er tann triðhægsta. Hon eitur Aa2 við støðugum útliti.
Moody´s metir, at landskassaskuldin kann byrja at minka aftur longu í 2021.