Eykajáttan at rinda TG Verki fyri Glasir

Eykajáttan at rinda TG Verki fyri Glasir
Sambært úrskurðinum í gerðarrættinum skal Landsverk rinda TG Verki 4,2 milliónir kr., umframt umleið tvær milliónir krónur í rentu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.11.2020 - 10:17

Fíggjarmálaráðið hevur biðið fíggjarnevndina um at hækka løgujáttanina til Skúladepilin í Marknagili, í kjalarvørrinum av gerðarrættarúrskurðinum í málinum millum TG Verk og Landsverk.

Sambært úrskurðinum skal Landsverk rinda TG Verki 4,2 milliónir kr., umframt umleið tvær milliónir krónur í rentu. 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sigur í umbønini til fíggjarnevndina, at tøka løgujáttanin til Glasir røkkur ikki til at gjalda TG Verki upphæddina, og tí verður biðið um at hækka eykajáttanina tilsamans 6,2 milliónir kr.

Sakarmálskostnaðurin hjá Landsverki í sambandi við gerðarættarmálið skal rindast av rakstrarjáttanini til Landsverk, sigur Fíggjarmálaráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946