Mogens Jensen leggur frá sær

Mogens Jensen leggur frá sær
Fráfarandi ráðharrin sigur, at hann hevur ikki neyðugu undirtøkuna í fólkatinginum longur
Gølan um minkarnar gjørdi, at Mogens Jensen nú hevur lagt frá sær sum ráðharri í donsku stjórnini
 
18.11.2020 - 11:17

Mogens Jensen leggur frá sær sum matvøruráðharri í Danmark, í kjalarvørrinum av gøluni um minkarnar, sum eru tiknir av.

Mogens Jensen sigur við dansk kringvarpið, at hann hevur ikki neyðugu undirtøkuna í fólkatinginum, og tí hevur hann boðað forsætisráðharranum frá, at hann leggur frá sær.

Mogens Jensen viðurkennir, at mistøk eru gjørd í málinum um minkarnar.

- Tað er greitt, at mistøk eru gjørd í mínari ráðharrastovu, og tað taki eg ábyrgdina av. Haraftrat er tað mín meting, at eg havi ikki neyðugu politisku undirtøkuna longur, sigur Mogens Jensen.

Hann ger samstundis greitt, at hann verður verandi í politikki. 

Mogens Jensen hevur umsitið ikki færri enn fýra málsøki sum ráðharri: matvørur, fiskivinnu, javnstøðu og norðurlendskt samstarv.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859