Kanna um føroyingar eisini fáa pensjón

Kanna um føroyingar eisini fáa pensjón
Sum er, eru hvørki Føroyar ella Grønland við í avtaluni
Peter Hummelgaard er arbeiðsmarknaðarráðharri í donsku stjórnini
 
11.11.2020 - 10:55

Nú skal kannast, um arbeiðstíð í Føroyum og í Grønlandi telur við, tá fólk í Danmark hava rætt til pensjón fyrr enn ætlað.

Tað sigur Peter Hummelgaard, danski ráðharrin í arbeiðsmarknaðarmálum, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Nakrir flokkar í Danmark hava gjørt avtalu um, at fólk kunnu fáa pensjón, áðrenn tey eru komin í pensjónsaldur.

Í avtaluni stendur, at fólk, sum hava arbeitt í ES, EFTA, Sveis og Bretlandi, kunnu telja starvstíðina har við, tá tey søkja um pensjónina.

Men Føroyar og Grønland eru ikki við í avtaluni.

Pensjónsøkið yvirtikið

Sjúrður Skaale spyr ráðharran, um somu reglur ikki eru galdandi í øllum ríkisfelagsskapinum, so starvstíðin í Føroyum og Grønlandi eisini telur við.  

Peter Hummelgaard svarar, at grønlendingar og føroyingar hava yvirtikið pensjónsøkið.

Tí eru londini ikki við í donsku avtaluni.

Men Peter Hummelgaard sigur seg vera sinnaðan at tosa við føroyingar og grønlendingar um málið.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946