Demokratarnir á odda í Georgia

Demokratarnir á odda í Georgia
Joe Biden er á odda við 917 atkvøðum, nú 99 prosent av atkvøðunum eru tald
Joe Biden er í løtuni á odda í Georgia. Nakrar fáar túsund atkvøður eru eftir at telja
 
06.11.2020 - 09:50

Ábendingarnar gerast nú greiðari um, at Joe Biden fer at vinna amerikanska forsetavalið. Demokratiski flokkurin er nú á odda í statinum Georgia, har republikanararnir og harvið Donald Trump, leingi hava ligið á odda.

Júst í hesi løtu er Joe Biden á odda við 917 atkvøðum í Georgia, sum hevur talt 99 prosent av samlaðu atkvøðunum. Tó vanta nakrar túsund atkvøður enn at verða taldar.

Talan er tó um brævatkvøður, og gongdin hevur verið, at flestar av brævatkvøðunum eru til Joe Biden og demokratiska flokkin.

Biden hevur 264 valfólk

Tað skulu vinnast í minsta lagi 270 valfólk úr ymisku statunum fyri at koma upp á tal at gerast amerikanskur forseti.

Joe Biden hevur fingið 264 valfólk. Georgia hevur 16 valfólk, og tí kemur Biden upp á 280 valfólk, um hann vinnur Georgia.

Í Nevada, sum hevur seks valfólk, er Biden á odda, og kann sostatt koma uppá 286 valfólk. 84 prosent av atkvøðunum eru higartil taldar í Nevada.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856