Óvist hvussu langt er millum Biden og Trump

Óvist hvussu langt er millum Biden og Trump
Tíðindastovan AP sigur, at Joe Biden vantar bara seks valmenn, so hevur hann vunnið forsetavalið
 
05.11.2020 - 08:37

Óvissa tykist vera um, hvussu lítið - ella nógv - er millum Joe Biden og Donald Trump eftir forsetavalið í gjár, skrivar Ritzau.

Forsetavalevnið hjá demokratunum, Joe biden, er sambært fyribils úrslitum og forsagnum hjá AP sera tætt við at kunna nevna seg næsta forsetan í USA.

Sambært tíðindastovuni AP hevur Biden í morgun tryggjað sær 264 valmenn av teimum 270, ið skulu til fyri at tryggja sær embætið sum forseti.

Tað tykist kortini vera eitt sindur av óvissu um teir 11 valmenninar í Arizona, tí í løtuni hava bara  AP og Fox News tilnevnt Biden vinnara í Arizona.

Fleiri aðrir tíðindamiðlar vilja einki siga um, hvør hevur vunnið teir 11 valmenninar í statinum, skrivar Ritzau.

Ein ella tveir statir aftrat

Um forsøgnin hjá tíðindastovuni AP er eftirfarandi, skal Biden bara vinna ein ella tveir statir aftrat fyri at tryggja sær sigurin á valinum.

Biden kom eitt fet nærri sigrinum í nátt okkara tíð, tá hann - sambært forsøgnini hjá AP - vann teir 16 valmenninar í Michigan.

Tað eru fleiri amerikanskir tíðindamiðlar, sum hava tikið forsøgnirnar hjá AP til sín.

Forsøgnirnar hjá AP byggja á taldar atkvøður, kanningar á valstøðum og forsøgnina á valstøðunum.

Tá sannlíkindini í útrokningunum hjá AP vísa, at mótvalevnið ongan møguleika hevur at fara framum, útnevnir AP vinnaran í statinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Carl Berglund um Echoes
186371
Hósdag 13. februar
RagnarRokk: Jack Svendsen um III
186368
Hósdag 13. februar
Andarblak 13. februar 2025
187739
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497