Korona kostar 15 mió. kr. fyrsta ársfjórðing

bannari
Korona kostar 15 mió. kr. fyrsta ársfjórðing
Eingi koronutiltøk eru við í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021
Koronudeildin á Landssjúkrahúsinum verður mett at kosta 920.000 kr. um mánaðin
 
05.11.2020 - 10:00

Korona fer at kosta landskassanum 15 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi næsta ár.

Koronudeildin á Landssjúkrahúsinum kostar 920.000 krónur um mánaðin, korunukanningarnar á sjúkrahúsunum kosta 3,1 millión krónur um mánaðin, og farsóttartilbúgvingin, sóttarhald og annað kosta eina millión krónur, hevur Fíggjarnevndin fingið at vita.

Eingi koronutiltøk eru við í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2021.

Fíggjarmálaráðið sigur seg ikki vita, hvussu nógv koppingarevnið fer at kosta. Men ókeypis verður hjá fólki at verða koppsett fyri koronu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946