- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin skal áseta fiskidagar
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal nú fáa heimild at áseta fiskidagar í kunngerð. Higartil hevur skipanin verið tann, at løgtingið hevur samtykt fiskidagarnar, sum síðani eru ásettir í lógini.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot um broytingar í sjófeingislógini.
Skipanin um at flyta óbrúktar fiskidagar til fiskiárið eftir, heldur fram, men í framtíðini verður tað landsstýrismaðurin, sum setur skipanina í verk við kunngerð.
Livur og annar innvølur
Skipanin við livradøgum, har fiskifør fáa eyka fiskidagar, um tey avreiða livur, heldur fram, og hon verður víðkað til eisini at fevna um annan innvøl.
Og skotið verður upp at broyta skipanina fyri útróðrarbátar undir 15 tons, soleiðis at opnir, føroyskt bygdir bátar, verða tiknir úr fiskidagaskipanini og skipaðir í ein nýggjan bólk fyri seg.
Gildistíðin á veiðirættindum verður longd eitt ár, frá 1. januar 2021.