- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsdystir í hondbólti útsettir
Tað verður ongin landsdystur við hondbóltslandsliðnum hjá monnum í høllini á Hálsi 7. november.
Báðir dystirnir móti Kekkia, sum annars skuldu spælast 4. og 7. november, eru útsettir, skrivar hsf.fo.
Orsøkin er versnandi støðan á evropeiska meginlandinum viðvíkjandi koronuvirusinum.
Kekkiska hondbóltssambandið hevur boðað frá, at myndugleikarnir í Kekkia í løtuni ikki loyva fólki at savnast, og tað er heldur ikki loyvt at spæla hondbóltsdystir. Kekkiska kappingin er steðgað fyribils, og spælararnir venja heldur ikki.
Eisini vilja hondbóltsfeløg, millum annað úr týsku Bundesliguni, treyðugt loyva kekkisku spælarum sínum at spæla landsdyst.
Tí hevur evropeiska hondbóltssambandið, EHF, gjørt av at útseta dystirnar millum Føroyar og Kekkia og aðrar dystir í undankappingini.