Selja nú ullina

Selja nú ullina
Búnaðarstovan skal hava skrivlig boð í seinasta lagi 6. november
Búnaðarstovan selur nú ullina, sum hon keypti í summar
 
21.10.2020 - 09:31

Búnaðarstovan selur nú ullina, sum hon keypti í summar.

Fyrsta floks ullin er skild í seks náttúrulitir. Ullin í øðrum flokki er litblandað.

Ullin er samfingin og ikki vaskað, men er natúrliga rein og nosslig, sigur Búnaðarstovan. Ullin er pakkað í ballir.

110 ballir eru í fyrsta flokki, 24.592 kilo. Tíggju ballir eru í øðrum flokki, 1.977 kilo.

Skrivlig boð

Ullin verður seld sambært skrivligum, bindandi boði, sum skal latast Búnaðarstovuni í seinasta lagi 6.november kl.15.00.

Minstiprísurin fyri ull í fyrsta flokki er 7,00 kr. fyri kilo, og hann er 1,50 kr. fyri kilo í øðrum flokki.

Omaná kemur meirvirðisgjald.   

Garva seyðaskinn

Búnaðarstovan lýsir eisini við, at søkjast kann um stuðul til at garva seyðaskinn.

Landið hevur jattað 300.000 kr. í ár til hetta endamálið.

Stuðul verður veittur sum endurgjald fyri djóralæknakanningar og djóralæknaváttanir og fyri flutning úr Føroyum og til Føroyar í sambandi við, at skinnini verða send av landinum til garvingar.

Freistin at søkja er til 1.november.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342