Menn spara meira saman til pensjón

Menn spara meira saman til pensjón
Tøl hjá BankNordik vísa, at kvinnur uttan fyri høvuðsstaðarøkið, hava lægstu pensjónssamansparingina
Stórur munur er, hvussu nógv menn og kvinnur spara saman til pensjón, vísa tøl hjá BankNordik
 
21.10.2020 - 10:08

Menn í Føroyum hava eina pensjónssamansparing, sum er 25 prosent størri enn hjá kvinnum. 

Tað vísa nýggj tøl hjá BankNordik.

Tølini vísa eisini, at kvinnur, sum búgva aðrastaðni enn í Tórshavnar kommunu, hava lægstu pensjónssamansparingina.

Munurin á pensjónini hjá kvinnum og monnum er størstur millum tey, sum búgva uttan fyri Tórshavnar kommunu. Har hava menn eina pensjónssamansparing, sum er 38 prosent størri enn hjá kvinnunum. 

12 prosent meira

Hyggja vit at muninum millum kynini í Tórshavnar kommunu, hava menn eina pensjónssamansparing, sum er 12 prosent størri enn hjá kvinnunum. 

Tað er so at siga eingin munur á pensjónssamansparingini millum menn í høvuðsstaðnum og uttan fyri Havnina, meðan munurin millum kvinnurnar er lutfalsliga stórur. 

Kvinnur í miðstaðarøkinum hava eina pensjónssamansparing, sum er 23 prosent størri enn hjá hinum kvinnum aðrastaðni í landinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342